Viðtøkur hjá KFUM-skótunum í Føroyum

1 Landsnevndin

1. Landsnevndini áliggur at leiða samskipanina og hava umsjón við arbeiðinum soleiðis, at endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.
2. Landsnevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara. Kassameistari og skrivari kunnu veljast uttanfyri nevndina.
3. Formaðurin í landsnevndini er skótaovasti.
4. Skótaráðgevanir luttaka eisini í landsnevndararbeiðinum, tó uttan arkvøðurætt.
5. Landsnevndin ásetur uppgávur skótaovastans.
6. Landsnevndin kann skipa fyri arbeiðsbólkum eftir tørvi.
7. Landsnevndin leggur langtíðarskrá fyri samskipanina, eina arbeiðsætlan og setur mál fyri arbeiði hjá samskipanini fyri hvørja setu. Arbeiðsætlan, mál og landsskrá verða kunngjørd øllum leiðarum og bólkaráðslimum.
8. Landsnevndin leggur arbeiðsætlan fyri landsnevndina fyri hvørja setu og hevur í minsta lagi 6 regluligar fundir árliga.
9. Landsnevndin kann seta fólk í starv hjá samskipanini og ásetur arbeiðsøki teirra.
10. Landsnevndin skal góðkenna arbeiðsætlanir hjá øllum nevndum og arbeiðsbólkum.
11. Landsnevndin ger reglugerðir eftir avgerðum tiknar á landsfundi, ella har nevndin metir tørvur er á tí, og ger broytingaruppskot til Grundlóg og Viðtøkur, um hon finnur tað neyðugt.
12. Landsnevndin skal góðkenna árligu fíggjarætlanina hjá samskipanini.
13. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í landsnevndini. Fundarfrásøgnin skal góðkennast á næstkomandi landsnevndarfundi.

2 Arbeiðsbólkar

1. Landsnevndin kann eftir tørvi seta arbeiðsbólkar og ásetur arbeiðsøkið teirra.

3 Rovaranevndin

1. Í Rovaranevndini sita fimm limir, sum eru valdir á rovaratinginum fyri 1 ár ísenn. Hesir kunnu tó veljast aftur.
2. Tað áliggur rovaranevndini at virka fyri, at mál hjá rovaratinginum og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.
3. Rovaranevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum skal leggjast fyri landsnevndina.
4. Rovaranevndin hevur í minsta lagi 5 regluligar fundir árliga. 5. Rovaranevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.
6. Uppgávur: Leggja tilrættis og fremja ávíst virksemi, so sum at taka sær av áhugamálum hjá rovarum kring landið; at skipa fyri landstiltøkum fyri rovarum; at gera hugskotstilfar til RS-virksemi; at hava samband við rovararnar kring landið; at skipa fyri luttøku á RS-tiltøkum uttanlands og taka sær av uppgávum, ið landsnevndin áleggur rovaranevndini. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og verður send limunum í rovaranevndini, landsnevndini og einum rovaraumboðið í hvørjum bólki.

4 Rovarating

1. Rovarating verður hildið á hvørjum ári í november.
2. Dagsskrá fyri rovaratingið:
1. Val av fundarstjóra og skrivara.
2. Góðkenning og áseting av gyldigum atkvøðum.
3. Frágreiðing frá rovaranevndini um seinastu setu.
4. Frágreiðingar um virki í rovaraliðunum og fíggjarviðurskifti teirra.
5. Viðgerð av innkomnum málum.
6. Viðgerð av uppskotum um broytingar í reglugerðum og viðtøkum fyri rovaranevndina og málum, ið skulu leggjast fyri landsfundin hjá samskipanini.
7. Uppstilling og val av limum og tiltakslimum í rovaranevndina.
8. Uppstilling av valevnum til landsnevndina hjá samskipanini.
9. Ymiskt.
3. Atkvøðurætt hevur hvør rovari yvir 17 ár, møttur á tingið, við einari atkvøðu.
4. Rovaratingið verður lýst minst 3 vikur áðrenn við skrivligum boðum til tey ymsu rovaraliðini, har dagsskráin verður greinligalýst.
5. Mál, ið ynskjast viðgjørd á Rovaratinginum, mugu verða Rovaranevndini í hendi seinast 10 dagar, áðrenn tingið verður hildið.

5 Bólkurin

1. Bólkaráðsformaðurin kallar til bólkaráðsfund minst 2 ferðir um árið og leiðir hesar fundir. Ein og hvør limur í bólkaráðnum kann krevja, at ráðið verður kallað saman.
2. Bólkaleiðarin hevur skyldu, við ábyrgd fyri bólkaráðnum: At hava umsjón við arbeiðinum í bólkinum og at stuðla og hjálpa liðunum,eitt nú at styrkja felagsskapin millum leiðararnar við samveru á ymiskanhátt, sum t.d. bíbliuarbeiði, fundum, túrum, legum o.ø. At virka fyri fatan av sambandi millum liðini og við at vitja tey, at læra limirnar og arbeiðstrupulleikar teirra at kenna. At leggja til rættis leiðarafundir, har leiðararnir samráðast um arbeiði í bólkinum. At stuðla og hjálpa tí einstaka leiðaranum við at viðurkenna, eggja og vegleiða hann. At leggja til rættis felags tiltøk fyri bólkin. At virka fyri góðum samstarvi millum liðini í bólkinum, og liðum frá øðrum samskipanum, og við kirkjunnar arbeiði á staðnum. At hava ábyrgd av tí dagligu umsitingini, so sum at taka í móti og senda tilfar til samskipanina.
3. Bólkaleiðarin skal í minsta lagi vera 20 ár.

6 Úlvaflokkur (smáskótaliðið)

1. Arbeiðið í úlvaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri úlvaarbeiði, soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
2. Úlvaliðið er býtt sundur í patrúljur, sum tó ikki arbeiða sjálvstøðugt. Liðleiðarin velur ein patrúljuførara, sum leiðir patrúljuna, og hesin hevur ein patrúljuhjálpara. Hesa leiðslu hevur patrúljuførarin tó bert í einstøkum førum, tá ið liðleiðarin metir tað gagnligt fyri arbeiðið.
3. Arbeiðið í úlvaliðnum er grundað á venjingarskipanina.
4. Leiðararnir í úlvaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í liðnum, so hetta verður skiftandi og áhugavert. At tryggja at limirnir ikki koma í vanda og ikki seta størri krøv til teirra enn ráðiligt er. At virka fyri samanhaldi millum liðið og heimið, við foreldrafundum og øðrum. At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.
5. Liðleiðarin eigur ikki at vera yngri enn 18 ár.

7 Skótaliðið

1. Arbeiðið í skótaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri skótaarbeiðið, soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
2. Skótaliðið er býtt sundur í patrúljur. Patrúljan í liðnum hevur vanliga 4-7 skótar. Patrúljuførarin verður valdur av limunum í patrúljuni í samráði við liðleiðaran og hevur leiðsluna av patrúljuni. Eftir uppskoti frá patrúljuføraranum velur patrúljan einpatrúljuhjálpara.
3. Arbeiðið í skótaliðnum er grundað á venjingarskipanina.
4. Í leiðslupatrúljuni eru: liðleiðarin, liðhjálpararnir, patrúljuførararnir og møguliga patrúljuhjálpararnir.
5. Í liðleiðsluni eru: liðleiðarin, liðhjálpararnir og møguliga patrúljuførararnir.
6. Leiðararnir í skótaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í liðnum, so sum: fundir, túrar og legur. At nýta patrúljuskipanina soleiðis við skótanna aldri og búning í huga, at patrúljuførarin, í tann mun hann er førur fyri, átekur sær ábyrgd fyri arbeiðinum í patrúljuni. Skótarnir í liðnum skulu, so vítt tað er gjørligt, verða við til at leggja til rættis arbeiðið í liðnum. Uppgáva liðleiðarans er leiða liðið og hava í huga hvat hin einstaki skótin megnar, m.a. likamliga og at taka neyðugt fyrivarni viðvíkjandi trygd, heilsustøði og reinføri á túrum og legum. At virka fyri menning í liðnum og tryggja at arbeiðið framhaldandi liggur á nóg høgum støði. At virka fyri samanhaldi millum liðið og heimi, við foreldrafundum og øðrum. At leiða liðið í tí anda, sum skótalógin fyriskipar og at gera sítt til, at hesin andi ræður millum skótarnar í liðnum. At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.
7. Liðleiðarin eigur ikki at vera yngri enn 18 ár.

8 Ungdómsskótaliðið

1. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri ungdómsskótaarbeiðið soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
2. Ungdómsskótaliðið er býtt í patrúljur.
3. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum er grundað á venjingarskipanina.
4. Leiðararnir í ungdómsskótaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í liðnum, so sum: fundir, túrar, legur og áhugatiltøk í samráði við ungdómsskótarnar. At taka neyðug fyrivarni viðvíkjandi trygd, heilsustøði og reinførismøguleikum við øll tiltøk. At virka fyri menning í liðnum og tryggja at arbeiðið framhaldandi liggur á nóg høgum støði. At virka fyri samanhaldi millum liðið og heimi, við foreldrafundum og øðrum. At leiða liðið í tí anda, sum skótalógin fyriskipar og at gera sítt til, at hesin andi ræður millum skótarnar í liðnum. At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.
5. Liðleiðarin skal hava fylt 18 ár.

9 Rovaraliðið

1. Limir í aldrinum 17-23 ár kunnu verða við í einum rovaraliði. Leiðararnir í bólkinum kunnu verða limir í rovaraliðnum.
2. Arbeiðið í rovaraliðnum verður rikið eftir Grundreglum og Viðtøkum fyri rovaraarbeiðið, soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
3. Rovaraliðið kann verða býtt í patrúljur fyri styttri ella longri tíðarskeið ella í uppgávu ella áhugabólkar fyri tað tíð uppgávan/arbeiðsevnið varir.
4. Lógir og dagliga leiðslan í liðnum verða ásett á rovaratinginum, har allir rovarar og leiðarar hava sæti. Dagliga arbeiðið í liðnum verður skipað av rovarunum í felag undir leiðslu av einum liðhjálpara, ið verður valdur millum rovararnar fyri 1–2 ár í senn. Tað er ikki neyðugt at hann er góðkendur leiðari í bólkinum.
5. Liðleiðarin hevur ábyrgd av, at arbeiðið í liðnum verður rikið eftir Grundlóg og Viðtøkum, soleiðis sum samskipanin fyriskipar, og eigur at stuðla og vegleiða liðhjálparan og hin einstaka rovaran. Skráin í liðnum er bygd yvir evnini: útilív, útsýni, tænasta. Miðað verður í móti javnvág millum hesi, soleiðis, at liðið ger sínum arbeiði greitt, at tað byggir á útilív, og at fundir, túrar og legur verða løgd til rættis, so tey virka upplýsandi og mennandi. At umhvørvið í liðnum er mennandi fyri búning hins einstaka. Serliga verður løgd áherðsla á at rovarin møtir kirkjunnar boðskapi og gjøgnum kristiligt arbeiði búnast til persónliga kristna trúgv og til sjálvur at taka støðu til tilveru sína. Rovarin tekur lut í leiðaraútbúgving og á skeiðum til persónliga menning, fyri á henda hátt at hjálpa til við øðrum arbeiði í bólkinum og fær áhuga fyri sjálvur at gerast leiðari. Liðið virkar fyri, gjøgnum dagliga arbeiðið, at skapa fíggjarligt grundarlag fyri virksemi sínum, í samráð við bólkaleiðara og bólkaráð.
6. Liðleiðarin skal hava fylt 18 ár.

10 Reglur fyri felagslegur

1. Á legum, har bæði dreingir og gentur taka lut, skulu tey sova í hvør sínum rúmi/tjaldið, og minst ein leiðari av hvørjum kyni skal vera við.
2. Á uttanlandsferðum skulu reglurnar í viðkomandi landi yvirhaldast.

11 Leiðaraváttan

1. Leiðaraváttanin, ið nevnd er í §11. stk. 4 er av landsnevndini orðað soleiðis: Leiðarin (navn) hevur gjørt seg kunnugan við ”Grundlóg fyri KFUM-skótarnar í Føroyum” og saman við bólkaleiðaranum tala saman um, og tekur undir við: Endamálið: Samskipanin er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg. Arbeiðsgrundreglur: Endamálið hjá sam skipanini eigur at vera grundað á grundreglur Baden-Powells, sum byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka. Skylda leiðarans: Sum leiðari eigur ein at vera trúgvur móti endamálinum og arbeiðsgrundreglunum hjá samskipanini, at kenna ábyrgd og vera íðin innan arbeiðið í bólkinum, at hava gott samstarv við bólkaráðið og vera trúgvur móti tí og hinum leiðarunum í bólkinum, at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og at útbúgva seg mest møguligt sum leiðari og verður hervið góðkendur sum leiðari í bólkinum og samskipanini.

12 Skipan av skótadømum

1. Bólkarnir hjá samskipanini kunnu skipast í skótadømir við 2–5 bólkum í hvørjum.
2. Tvey skótadømir kunnu, í samráð við landsnevndina, arbeiða saman, sum eitt dømi við felags leiðslu. Landsnevndin kann mæla tveimum skótadømum til at arbeiða saman, sum eitt dømi við felags leiðslu.
3. Hvørt skótadømi hevur eitt dømisráð. Í dømisráðnum sita allir bólkaleiðararnir ella í teirra stað bólkahjálpari. Bólkaráðið velur sín lim fyri tvey ár í senn. Heldur dømisráðið tað verða neyðugt, kann talið av limum økjast, eisini við fólki, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til ein av bólkunum í skótadøminum. Dømisráðið kann seta arbeiðsbólkar, at arbeiða við ávísum málum. Dømisráðið hevur fund tá ið tørvur er, tó í minsta lagi 2 ferðir árliga.
4. Uppgávurnar hjá skótadøminum eru m.a. hesar: saman við virknisnevndini/LPKnevndini at skipa fyri DPK, saman við útbúgvingarnevndini skipa fyri skeiðvirksemi, saman við skótaráðgevanum/landsnevndini at virka fyri menning og vøkstri í skótadøminum, skipa fyri ymiskum felags tiltøkum í skótadøminum, skipa fyri rovaraliðið í skótadøminum, skipa fyri peningasavnandi tiltøkum til serligar uppgávur hjá samskipanini, stilla valevnir upp til landsnevndina.

13 Innliman í samskipanina

1. Fyri at gerast limir hjá KFUM-skótunum í Føroyum skal ein lata góðkenda innlimingarskjalið hjá KFUM-skótunum í Føroyum inn.
2. Árliga limagjaldið er 350 kr. fyri hvønn lim.
3. Býtið av limagjaldinum er 60 % til bólkin og 40 % til samskipanina.
4. Limagjaldið verður goldið við fastari flyting hvørt ár, sum er ásett í innlimingarfaldaranum hjá KFUM skótunum í Føroyum.
5. Limurin hevur sjálvur ábyrgd av at siga limaskapin upp.

14. Aldursbýtið í skótaarbeiðinum

1. Sum meginregla verða lið/flokkar bólkað í liðáseting/floksáseting lýst niðanfyri. Tó er hetta vegleiðandi og liggur tað hjá hvørjum einstaka bólki at skipa liðini, sum tað hóskar best:
Úlvaflokkur (smáskótalið): Børn í 1.-4. skúlaári. Skótalið: Børn í 5.-10. skúlaári. Ungdómsskótalið: Ung í 8.-10. skúlaári. Rovarar: 17 ár og eldri (í tí árinum, ein fyllir 17 ár)

15 Flytan, útmeldan, uppsøgn og eftirstøða

1. Flytan: Tá limur flytir úr einum bólki í ein annan, skal landsfelagsskapurin fráboðast.
2. Útmeldan: Um limur undir 14 ár ynskir at verða strikaður, skulu foreldur ella verji boða leiðaranum frá hesum.
3. Uppsøgn: Leiðari kann bert verða frásettur eftir § 11 stk. 6 í Grundlógini. Allir limir í bólkinum kunnu bert vísast burtur av bólkaleiðaranum.
4. Limagjaldseftirstøða: Limir kunnu strikast vegna eftirstøðu, men skal avgerð um hetta takast av bólkaleiðaranum.

16 Foreldrafelag

1. Foreldrafelag kann verða sett á stovn at fremja samanhaldið millum heimið og skótaarbeiðið og at stuðla arbeiðið. Foreldrafelagið kann bert verða ráðgevandi.

17 Legur

1. Tað er ikki loyvt at nýta lendi sum leguøki uttan loyvi frá ánara. Allar ávísingar frá ánara skulu haldast til fulnar. Leiðarin fyri leguni hevur ábyrgd av, at leguøkið verður fyrimyndarliga frágingið.
2. Landsnevndin eigur at fáa fráboðan um legur uttanlands.

18 Almenn tiltøk

1. Eingin leiðari má skipa fyri almennum tiltøkum, so sum peningasavnan, eydnuhjóli, framførðslu o.ø., uttan loyvi frá viðkomandi bólkaráði.
2. Limir í samskipanini mega ikki taka lut í almennum fundum ella kravgongum í skótabúna. Limir í samskipanini mugu ikki taka lut í nøkrum tiltaki, har partapolitiska uttanveltaða støðan hjá samskipanini kann verða misskild.
3. Partapolitisk ávirkan innan deildir í samskipanini er ikki loyvd.

19 Felags bólkaráð

1. Á støðum, har Føroya KFUK-skótar eisini hava arbeiði, kann felags bólkaráð verða, um báðir partar ynskja hetta. Bólkaráðið virkar eftir teimum reglum, sum eru fyri bólkaráð.

20 Reglugerð fyri LPK

1. Patrúljan skal verða samansett, sum hon er í dagliga skótaarbeiðinum. 4-7 skótar skulu vera í patrúljuni. Skótarnir skulu hava skótaaldur. Tó kunnu í mesta lagi 2 skótar vera úr 9.-10. skúlaflokki.
2. LPK skal vera skipað í tveimum umførum: Fyrra umfar er patrúljukapping í dømunum, DPK1, sum verður framd ein leygardag ella eitt vikuskifti. Seinna umfar er patrúljukapping, LPK2, sum verður skipað sum in tjaldlega eitt langt vikuskifti. Allar patrúljur, sum hava verið við til DPK, kunnu verða við til LPK. Tó kann virknisnevndin gera undantaksloyvi til luttøku á LPK, um ein patrúlja av góðum orsøkum berst frá at luttaka á DPK. Skuldi tað komi fyri, at ein patrúlja, ið hevur luttikið á DPK, ikki fær verið fullmannað til LPK, kann virknisnevndin loyva, at limir verða tiknir úr ikki luttakandi patrúljum.
3. LPK skal verða skipað sum ein 5-dystur og halda støði soleiðis, at tað krevur at skótarnir duga síni skótakynstur.
4. LPK-vinningurin:
1. Virknisnevndin skal fáa til vega ein hóskandi vinning.
2. Fyri at ein patrúlja skal ogna sær vinningin, skal hon vinna LPK 3 ár á rað ella 5 ár tilsamans.
3. Virknisnevndin hevur á hvørjum ári ábyrgd av at merkja LPK-vinningin við árstalið, navni og heimstaði hjá vinnarapatrúljuni.
5. US-LPK kann verða samstundis sum LPK og á sama stað.
6. Tey árini, tá ið onnur stór landstiltøk eru, kann LPK fella burtur.
DPK1 = DømisPatrúljuKapping LPK2 = LandsPatrúljuKapping

21 Áheitan um samstarv millum bólkarnar

1. Álagt verður bólkum, ið fyrireika legur og onnur tiltøk, at umhugsa, at bjóða ný ella endurstovnaðum bólkum við, fyri at menna hesar.

22 Reglugerð fyri Føroya Skótaráð

1. Víst verður til galdandi reglugerð fyri Føroya Skótaráð.

23 Útbúgvingarskipanin

1. Endamál við útbúgvingini: Endamálið við útbúgvingini er, at luttakarin verður førur fyri at røkja tær uppgávur, ið leiklutur hansara í dagliga arbeiðinum ásetur honum, á forsvarligan hátt.
2. Landsfundurin og Landsnevndin kunnu áseta bygnaðin á skeiði og venjingum eftir tí tørvi, sum vísir seg í skótaarbeiðnum um hetta mundi. Tað áliggur Landsnevndini at meta um, hvør tørvurin er og at syrgja fyri, at tiltøkini verða løgd til rættis.
3. Tað er álagt Landsnevndini at tryggja, at viðkomandi skeið og venjingar fyri landsarbeiðið í øllum førum eru til taks til leiðarar, so at hesi fáa røkt dagligu uppgávur sínar í skótaarbeiðinum.
4. Útbúgvingaryvirlitið skal til eina og hvørja tíð verða greitt, lætt at skilja og vera tøkt fyri allar limir.
5. Skjaldarsveinur og venjingarskipanin
Skjaldarsveinur: Fyri at luttaka á Skjaldarsveinur skal ein í minsta lagi vera næmingur frá 4.-6. Flokk.
Í venjingarskipanini eru 3 stig.
Riddaravenjing: Fyri at luttaka á Riddaravenjing skal ein hava lokið skótaroyndina. Skótar, ið luttaka á Riddaravenjingum, skulu í minsta lagi vera 5. Floksnæmingar.
Krossriddaravenjing: Fyri at luttaka á Krossriddaravenjing skal ein hava staðið 2. Floksroyndina. Eisini skal ein hava luttikið og fingið bæði heiðursbræv og prógv fyri Riddaravenjing.
Skótar, ið luttaka á Krossriddaravenjingum, skulu í minsta lagi vera 6. Floksnæmingar.
Paladin: Fyri at luttaka á Paladin skal ein hava staðið 1. Floksroyndina. Eisini skal ein hava luttikið og fingið heiðursbrøv og merkir fyri Riddaravenjing og Krossriddaravenjing.
Skótar, ið luttaka á Paladin, skulu í minsta lagi vera 7. Floksnæmingar.

24 Reglugerð fyri skótabúnan

1. Búnin: Skótabúnin er grøn skjúrta í ávísum sniði og verður nýtt av øllum úlvum, skótum, ungdómsskótum, rovarum, leiðarum og øðrum limum í samskipanini. Til búnan verður nýtt skótabelti og reytt turriklæði við gulari rond. Á turriklæðssnippin kann setast bólkamerki. Fyri skótabúnan verður fyrst og fremst víst til vegleiðing/plakat hjá samskipanini um merkir á búnanum. Í teimum førum, har skótabúnin ikki er væl egnaður, kann eitt lið ella bólkur, við góðkenning frá Landsnevndini, bera aðrar búnar í dagliga arbeiðinum.
2. Úlvabúnin: Kravd merki til úlvabúnan eru: úlvamerkið (tá ið úlvurin hevur staðið úlvaroyndina), altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna, úlvanavn og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey gul patrúljuførarabond ogpatrúljuhjálparin ber eitt gult band. Úlvurin ber eisini eitt varðamerki, svarandi til tað stig í úlvavenjingini, úlvurin arbeiðir við, og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Úlvurin kann bera eitt patrúljumerki. Úlvurin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini.
3. Skótabúnin: Kravd merki til skótabúnan eru: liljan (tá ið skótin hevur staðið skótaroyndina), altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey hvít patrúljuførarabond og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Skótin ber eisini eitt varðamerki, svarandi til tað stig í skótavenjingini, skótin arbeiðir við, og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Eisini kann skótin bera PF-legumerki, um hann hevur luttikið á PF-venjing. Skótin kann bera eitt patrúljumerki. Skótin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini.
4. Ungdómsskótabúnin: Kravd merki til ungdómsskótabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey hvít patrúljuførarabond og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Ungdómsskótin ber eisini varðamerki og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Ungdómsskótin kann bera eitt patrúljumerki. Ungdómsskótin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Eisini kann ungdómsskótin bera PFlegumerki, um hann hevur luttikið á PFvenjing.
5. Rovarabúnin: Kravd merki til rovarabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki og ársstjørna. Rovarin ber rovaramerki. Rovarin kann eisini bera 1. hjálpsmerkið og gonguskjøldur. Rovarin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Rovari, ið er Gilwell-skóti, kann bera Gilwellturriklæði.
6. Leiðarabúnin: Kravd merki til leiðarabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/-liðmerki og ársstjørna. Leiðarin ber ikki varðamerki ella virknismerki. Leiðarin ber eitt leiðaraband (tignarstig). Leiðarin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Leiðari, ið er Gilwell-skóti, kann bera Gilwellturriklæði.
7. Patrúljulitir: Úlvar, skótar og ungdómsskótar bera litað band um akslastropparnar, sum patrúljueyðkenni. Patrúlju litirnir eru: 1. patrúlja: reytt, 2.patrúlja: myrkablátt, 3. patrúlja: grønt, 4. patrúlja: gult, 5. patrúlja: brúnt, 6. patrúlja: blátt, 7. patrúlja: hvítt, 8. patrúlja: violett.
8. Tignarstig: Úlvur, ið er patrúljuførari, ber tvey gul patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt gult band. Skóti, ið er patrúljuførari, ber tvey hvít patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Ungdómsskóti, ið er patrúljuførari, ber tvey hvít patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt band. Liðhjálpari ber eitt reytt band. Liðleiðari ber eitt grønt band. Bólkahjálpari ber eitt hvítt band. Bólkaleiðari ber eitt hvítt/grønt band. Landsnevndarlimur ber eitt gult band, tó ber skótaovastin eitt gult/grønt/ reytt band. Leiðari kann bert bera eitt leiðaraband (tignarstig).
9. Pláss á búnanum: Merki á búnanum skulu hava hvørt sítt pláss: Úlvamerki situr mitt á høgra lumma. Liljan situr mitt á høgra lumma. Altjóða liljan situr mitt á vinstra lumma. Føroyamerkið situr mitt oman fyri høgra lumma. Staðarnavnið situr omanfyri Føroyamerkið. Úlvanavnið situr oman fyri staðarnavnið. Ársstjørnan situr mitt oman fyri vinstra lumma. Legumerki situroman fyri ársstjørnuna. Patrúljulitir sita um akslastropparnar. Rovaramerkini sita um akslastropparnar. Bólkamerkið/liðmerkið situr á høgru ermu, 3 cm. Frá akslaseyminum. Patrúljumerkið situr á høgru ermu, 7 cm frá akslaseyminum, tó minst 1 cm undir bólka/-liðmerkinum.
Virknismerkini sita á høgru ermu 10 cm frá akslaseyminum, tó minst 1 cm undir patrúljumerkinum. PF-legumerkið situr á vinstru ermu, 3 cm frá akslaseyminum. Varðamerkið situr á vinstru ermu, 7 cm frá akslaseyminum. Tignarstig: Leiðarar bera eitt 15 mm breitt band vatnrætt á vinstra lumma, 1 cm niðan fyri altjóða liljuna. Patrúljuførarar bera tvey loddrøtt bond á vinstra lumma, 2,5 cm. frá miðjuni, t.v.s. 5 cm. millum bondini. Patrúljuhjálparar bera eitt loddrætt band á vinstru helvt á lummanum. Gonguskjøldur verður sett á skótabeltið vinstru megin, 8 cm frá spenninum.

25 Samstarv við KFUK-skótarnar

Avtala um samstarv millum Føroya KFUK skótar og KFUM-skótarnar í Føroyum: 1. Felags bólkaráð verða á teimum plássum, har bólkarnir eru samdir um hetta.
2. Virkað verður fyri samstarvi í skótadømunum og miðað verður í móti, at flestu dømistiltøk verða felags.
3. Landsnevndirnar koma saman í apríl mánaða, har felags tiltøk fyri komandi skótaár verða fastløgd.
4. Møguleiki skal verða fyri, at limirnir kunnu luttaka á venjingum og skeiðum hjá báðum samskipaninum. Fráboðanir um venjingar og skeið verða send samskipaninum.

26 Árligt gjald til Skótadepilin á Selatrað

1. Álagt verður øllum bólkum eitt árligt gjald til Skótadepilin á Selatrað á kr. 4.500,-.
2. Upphæddin skal flytast á konto hjá samskipanini í seinasta lagi 1. Apríl. Uppkrav verður sent bólkunum í mars mánaða.
3. Peningurin er oyramerktur til at rinda lán aftur í peningastovnunum og kann ikki nýtast til rakstur.
4. Bólkarnir kunnu hava upp til 3 tiltøk um árið á Selatrað, uttan at gjalda meira.
5. Landsnevndin kann, eftir umsókn, gera aðrar avtalur við bólkar.
6. Samtykt er á landsfundinum 1998, at henda viðtøka er galdandi til verandi lán eru niðurgoldin, tó í mesta lagi um 15 ár.

27 Ársroknskapur

1. Eftir áheitan kann Landsnevndin biðja um ársroknskap frá bólkunum.

28 Luttøkugjald til landstiltøk

1. Luttøkugjaldið á øllum landsumfatandi tiltøkum skal verða íroknað ferðaútreiðslur soleiðis, at allir luttakarar rinda sama luttøkugjald.
2. Landslegur eru undantiknar hesi viðtøku.