2. FLOKKSROYNDIN

2. flokksroyndin (less blurr) same width as portrait

Nú tá tú hevur tikið skóta royndina kanst tú av røttum kalla teg fyri skóta, og bara skótar kunna taka 2. flokksroyndina. Tú dugir at nýta knívin, kennir skótatekin og knútar. Tú ert eisini so væl fyri at tú klárar at ferðast í skótastevi. Og tú hevur kanska eisini luttikið á einari riddaravenjing og er blivin riddari.

Nú er tíðin búgvin til at tú fert við patruljuni á teltlegu – tað er júst hetta sum annan flokks royndin er um, ein annan flokks skóti  hevur førleika til at klára seg sjálvan á einari teltlegu. Tað inniber at duga at gera sær mat, duga eitt sindur av fyrstu hjálp, kenna til djóra og plantulív.

Tá ið tú hevur staðið skótaroyndina, sleppur tú eisini at taka dugnatekin, tak minst 1 dugnatekin áðrenn tú fert í holt við 1. flokksroyndina.

Krøv til merki:

  1. Far, saman við patruljuni, á legu har tit búgva í tjaldi, og gera tykkum mat.
  2. Lær teg at viðgera brunasár, at reinsa smærri skurðsár og skursl, at brúka heftiplástur og leggja kompressumbinding. Vita hvussu man fyribyrgir búkilsku, og viðger høvuðpínu.
  3. Úti í náttúruni tak myndir av 10 djóra- og/ella plantusløgum, greið frá teimum.
  4. Klára eina kumpass-renning við 5 postum innan ein tíma.
  5. Kynda eitt bál við hægst tveimum svávulpinnum.
  6. Ger tær ein gongustav.
  7. Før ein annan skóta frá at vera ein sárføttur til at hava staðið skótaroyndina.
  8. Les eina andakt upp.

Hvat skal eg hava áðrenn eg kann fáa hetta?

Hvat kann eg nú fáa?