1. FLOKKSROYNDIN

1. flokksroyndin

At fara frá at vera ein óroyndur til fyrsta flokks skóta er ein tann størsta ferðin eina skóti kemur at fara á. Tá ið tú ert fyrsta flokks skóti, so kann tú fara a legu uttan at nakar leiðari hjálpir til. Møguleikarnir verða endaleysir.

Aftaná tú hevur staðið royndina hevur tú møguleika at upptakast í paladin-ordanin. Fyri at gerast paladin skal man ígjøgnum eina upptøku legu, sum er loynilig fyri øll sum ikki frammanundan eru paladin.

Krøv til merki:

  1. Far á legu har tú minst svevur eina nátt í bivuak – bygda av gongustavum og presending. Tú skalt fyrireika leguna, og proviantera. Minst ein máltíð skal vera gjørd á báli uttan vanlig køksamboð.
    Øll útgerðin skal berast á rygginum.
  2. Reis einsamallur eitt tjald og pakka tað saman aftur.
  3. Greið frá, ella vís, rætta mátan at fara fram í einum av fylgjandi vanlukkum (Tilvildarliga vald av leiðslupatruljuni): Eldur, drukning, bilvanlukka, leggja bindingar á skaddan persón, elektriskan stoyt ella at vekja ein druknaðan til lívs.
  4. Úr náttúruni skalt tú sjálvur vinna tær føði til eina máltíð.
  5. Skipa fyri einari andaktsløtu, t.v.s. velja tekst, sálmar og bøn.
  6. Før ein skóta gjøgnum II. flokks royndina.Tú skalt hava tikið minst trý dugnatekin

Hvat skal eg hava áðrenn eg kann fáa hetta?

Hvat kann eg nú fáa?