RIDDARAVENJINGIN

Riddaravenjingin

Riddaravenjingin lærir hvønn einstakan skóta nøkur skótakynstur. T.d. kann skótin læra at brúka sprittkøk, seta tjald upp, stinga ryggsekk, brúka øks, kynda bál, brúka kumpass, lesa kort ella okkurt heilt annað. Venjingin er ætlað einans at vera rættað móti at læra skótakynstur, tvs. at eingin teoretisk undirvísing er á venjingini.

Einasta krav til skótarnar fyri at sleppa við á riddaravenjingarnar, er at teir hava tikið skótaroyndina frammanundan.

Venjingin er í november.

Ein riddari er ein ið hevur lært nøkur serlig kynstur. Meðan kynstrini í gomlum døgum serliga var at brúka svørð, skjøldur, boga og píl o.l. eru kynstrini í dag nøkur onnur. Grundleggjandi hugburðurin er tó hin sami, nevniliga at ein riddara skal vera høviskur, riddarligur, kunna verja tey sjónarmið hann stendur fyri og annars at klára seg sjálvan í tí umhvørvinum hann er í.

Hvat skal eg hava áðrenn eg kann fáa hetta?

Hvat kann eg nú fáa?