KROSSRIDDARAVENJINGIN

Krossriddaravenjingin

Krossriddaravenjingin lærir skótarnar at arbeiða saman í patrúljum. Skótarnir sleppa at royna seg sum vanligir patrúljulimir, patrúljuhjálparar og patrúljuførarar. Á venjingini eru uppgávur, sum læra skótarnar at samstarva, býta arbeiðið millum sín og at loysa ósemjur, sum patrúljan kann koma út fyri. Venjingin er fyrst og fremst praktisk, men nakað av teoretiskari undirvísing er eisini við.

Krøvini fyri at sleppa við á krossriddaravenjingina er, at ein hevur staðið II. flokksroyndina og hava verið gjøgnum riddaravenjingina árið fyri.

Venjingin er í oktober.

Ein krossriddari (verður eisini kallað tempulriddari) er partur av einum felagsskapi, sum hevur svorið at verja tey, ið hava brúk fyri verju. Undir krossferðunum lupu nógv ránsmannalið á pílagrímsfólkini á veg til Jerusalem og tí blivu krossriddarnir stovnaðir fyri at verja pílagrímsfólkini. Á sama hátt skulu krossriddararnir í dag læra at arbeiða í einum felagsskapi, sum hevur til endamáls at verja og hjálpa har tørvur er á tí.

Hvat skal eg hava áðrenn eg kann fáa hetta?

Hvat kann eg nú fáa?