PALADINVENJINGIN

Paladinvenjingin

Paladinvenjingin er staðið har skótarnir veruliga sleppa at royna síni skótakynstur. Legan er skipað sum ein heik har sovið verður í bivuak. Skótarnir verða lærdir at taka ábyrgd av sær sjálvum, hjálpa øðrum tá tað krevst, og at síggja seg sum ein part av eini heild.

Venjingin er í apríl/mai.

Kravið at sleppa við á Paladin-venjingina er at hava luttikið á krossriddaravenjingini og at ein er I. flokks skóti.

Ein Paladin er serligur leiðari og tænari hjá kongi. Søguliga eru teir kendastu Paladin-stríðsmennirnir teir tólv, ið vóru høgra hond hjá Karlamagnusi av Fraklandi. Hetta eru teir vit syngja um í kvæðinum “Runsivalsstríðið”. Eins og tá á døgum skal ein Paladin í dag kunna taka leiðsluna tá tað er neyðugt og vera høgra hond í stríðnum fyri rættvísi og í verjuni av teimum ið tørva tí.

 
 
 
 

Hvat skal eg hava áðrenn eg kann fáa hetta?

Hvat kann eg nú fáa?

Einki merki er aftaná Paladin merki