I. Floksroyndin


Fyri at gerast I. flokks skóti skalt tú:

  1. Far á legu har tú minst svevur eina nátt í bivuak – bygda av gongustavum og presending. Tú skalt fyrireika leguna, og proviantera. Minst ein máltíð skal vera gjørd á báli uttan vanlig køksamboð.
    Øll útgerðin skal berast á rygginum.
  2. Reis einsamallur eitt tjald og pakka tað saman aftur.
  3. Greið frá, ella vís, rætta mátan at fara fram í einum av fylgjandi vanlukkum (Tilvildarliga vald av leiðslupatruljuni): Eldur, drukning, bilvanlukka, leggja bindingar á skaddan persón, elektriskan stoyt ella at vekja ein druknaðan til lívs.
  4. Úr náttúruni skalt tú sjálvur vinna tær føði til eina máltíð.
  5. Skipa fyri einari andaktsløtu, t.v.s. velja tekst, sálmar og bøn.
  6. Før ein skóta gjøgnum II. flokks royndina.Tú skalt hava tikið minst trý dugnatekin

1.  Primitiv lega

At fara á legu og sova í tjaldi er spennandi, men nú ert tú so mikið royndur at tú eigur at klára teg uttan tjald og stormkøk.

Tí skalt tú fara á eina legur  har tit gera mat á báli og sova í bivuak. Biuvakkin skal gerast við tykkara gongustavum, og ein presending er fín at brúka sum dúkur, tú kann rigga hana til frammanundan so at hon er klára at sera upp.

2.  Tjaldreising

Hvussu eitt tjald skal reisast avhongur nógv av hvat fyri slag tað er. Men ein skóti eigur at klára at reisa patruljutjaldið sjálvur. Og klára at leggja tað saman aftur á rættan hátt.

Aftaná at hava reist tjaldið og tikið tað niður skalt tú sjálvur hanga tað at turka, reinsa pløkkar, og um neyðugt eisini reinsa stengurnar – træpløkkar skula turkast aftaná teir eru reinsaðir. Eitt tjald sum liggur vátt rotna, og kann í ringasta føri ongantíð brúkast aftur.

Spyr tín patruljuførara hvussu tjaldið eigur at verða sett upp og pakkað, um tú ikki veit tað frammanundan.

3.  Fyrstahjálp

Onkuntíð kemur tað fyri at óhapp henda, ein skóti eigur at verða tann fyrsti á staðnum sum fer hjálpa til. Tað kann eisini koma fyri at óhapp henda á legum, einaferð á LPK breyð ein beinið í haganum meðan kumpass-renningin var, og kundi ikki ganga oman, patruljan var skjót at koma eftir raftum at til at gera eina børu til og bóru hana oman. Hetta hevði neyvan verið so um teir ikki høvdu vant seg at bjarga frammanundan.

Tú kann leita í einum 1. hjálpar manuali hvussu tú skalt fara fram í slíkum førum.

4.   Sjálvbjargni

Tá ein óroyndur fer á legu so kann hann ganga svangur, bara tí at eingin matur er eftir í ryggsekkinum. Tað hevði ein skóti sjálvandi ikki gjørt, uppi í haganum er ikki nógv at eta sýrur, ber og eitt sindur av vøkstri kann brúkast til at kóka suppu. Mén skótin leitar sær sjálvandi oman í fjøruna at finna sær okkurt, fliður kunna etast, kræklingar og øður kunna kókast og smakka heldur ikki heilt galið. Gongustavurin kann eisini brúkast sum tráða um man ætlar sær at fiska.

Ger tær eina máltíð úr rávørðum úr náttúruni.

5.  Andaktsløta

Hvønn morgun á legu eiga skótar at hava eina andaktsløtu, hon eigur at byrja við einum sálmi, síðani ein lestur, ein bøn eftir lesturin, og at enda við ein annan sálm.

Um tit eru á einum leguøkið við flaggstong, so eigur merkið at verða vundið á stong aftaná, meðan flaggið verður heysa, heilsa allir skótar og syngja flaggsangin.

6.  Før ein skóta gjøgnum II. flokks royndina

Sum I. flokks skóti eigur tú at vera førur fyri at læra sárføttar og aðrar skótar. Tí skalt tú venja ein skóta og føra hann gjøgnum II. flokks royndina.

7.   Serkunnleiki

Tað sum ein 1. flokks skóti skal duga er ikki  heilt smávegis, men fyri at tryggja at teir eru millum bestu skótar sum eru, eiga teir at taka nøkur dugnatekin. Kravið til at gerast 1. flokks skóti er at tú hevur tikið trý.

Følg med

Nyheder - Vis alle

Events - Vis alle