|
skrivað hevur Jona Venned
|
|
Fríggjadag, 23. mars 2012 09:10 |
|
Seinasta vikuskifti 16.-18. mars varð DPK'in hildin inni á bygdarhúsinum á Strondum.
Nøkur ár eru nú liðin síðani, at DPK'in varð hildin sum ein lega, men av tí, at patrúljutalið kring landið er voksið tey seinastu árini, varð valt at halda DPK'ina sum eina legu í ár. 12 patrúljur luttóku í DPK'ini, ið vardi í eitt vikuskifti. Patrúljurnar vórðu koyrdar ígjøgnum nógvar kappingar í alskyns veðrið. Summar vóru harðar og onkur skóti vildi verða við, at DPK'in var harðari enn nøkur LPK tey høvdu verið á. Hugsanin var, at 10 tær bestu patrúljurnar skuldu sleppa við á LPK, men av tí, at bert 12 patrúljur luttóku á DPK'ini sluppu allar víðari í ár. Vinnararnir á DPK'ini ár 2012 var Súlan úr Kvívík. Nr. 2 var Músabróðir úr Kvívík og síðani kom Ørnin úr Havn.
Stigartalvan er nú send út til allar bólkarnar sum luttóku á DPK-ini, um onkur er áhugaður í at fáa stigartalvuna sum ikki hevur fingið hana, send so ein mail til
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
og so senda vit tykkum stigartalvuna |
|
|
skrivað hevur Luddi
|
|
Fríggjadag, 28. januar 2011 19:01 |
|
Um tú ynskir at gerast limur hjá KFUM-skótunum í Føroyum so er tað ótrúliga lætt at melda seg til. Tað einasta man ger er, at lesa og fylla út faldaran, sum fæst við at trýst á her |
|
Seinast dagført ( Hósdag, 24. februar 2011 17:49 )
|
|
|