Sum skótar vit hava sett okkum mál
at gerast rættir menn,
og fylgja vit Baden-Powells “call”,
er vón um at náa tað enn.
Ja, skótar vit eru við lív og sál,
liljan várt merki er –
hon vísir okkum veg at náa várt mál,
til reiðar altíð ver,
ja, ver,
hon vísir okkum veg at náa várt mál,
til reiðar altíð ver.
Í sólskinn` og regn` við lív og lyst,
á heiði, á fjall`, í dal`,
í venjingum taka vit mangan dyst,
í kappingum roynast vit væl.
Um landið vit ferðast, vit liggja í leir
á hvørji ársins tíð,
lat strevið vera nógv, so er gleðin enn meir,
tí hetta er rætt skótalív.
Og tá eftir dagsins arbeið` og spæl
vit sita um logandi bál,
tá alt andar frið á fjalli, í dal`,
vit kenna í merg og sál.
Kom skótabróðir, her er mín hond –
vit standa saman í bólk
sum skótabrøður um onnur lond,
til gagn fyri land og fólk.
Lag: Mijn Sarie Marijs…